Vælkomin

Hendan síðan gevur tykkum upplýsingar um meg og tað eg geri.

Bílegging er stongd, opnar aftur fyrst í 2025.


“Tatoveringar eru list”
Les meira um greinina á her:  https://www.in.fo/news-detail/tatovoerar-liva-av-umdoemi

  • Tattoo Design

    Tín komandi tatovering er ein stór avgerð, tí er tað umráðandi, at vit finna fram til tað røttu avgerðina. Eg leggi líka nógv í tína tatovering sum tú ger, um ikki meir!


    Mín stílur kallast black&grey fineline/realism, og hetta er tað einasta, eg haldi meg til.

    Vinaliga send mær títt hugskot við myndum (1-3 myndir), fortel nøkurlunda hvat tú vilt hava, hvar á kroppinum og hvussu stór hon skal vera. Jú meir eg fái at vita um hugskotið, jú lættari er tað at finna júst tað rætta til tín. Um tú ikki veit, hvat tú vilt hava, kann eg koma við einum uppskoti.


    Eg brúki so at siga altíð realistiskar myndir at tatovera eftir. Mær dámar best, um eg velji myndirnar og seti tær saman, soleiðis sum eg haldi hóskar best til hugskotið og plaseringina.

    Eg strembi eftir, at mínar tatoveringar skulu síggja bleytar og mildar út, samstundis við at tær skulu fylgja forminum á kroppinum.

  • Treytir

    Eftirspurningurin eftir tatoveringum er stórur, og eg fái tíverri ikki tikið í móti øllum uppgávum, ella siga við vissu at øll fáa eina tíð. Tískil fái eg einans tikið uppgávur sum hóska til mín stíl, og tað eg føli meg tryggan við.

    Fyri at sikra sær eina tíð, er best at geva mær (nokkso) fríðar teymar, har eg kann seta mín dám á. Sjálvandi innan fyri tær rammurnar, sum eru júst til tín.

    Um tú hevur eitt hugskot, sum ikki hóskar til plaseringina ella er nakað, sum eg ikki haldi riggar, so sigi eg tað við teg. Hetta er fyri, at eg skal kunna fáa tað besta møguliga úrslitið, har eg ikki skal avmarka meg.
    “Artistic-freedom is key”

    Til eina full sleeve ella onnur størri verk, vil eg viðmæla, at tað verður gjørt liðugt innan eitt ár. Hetta er fyri, at báðir partar ikki skulu missa áhugan fyri verkætlanini.




    Tá tú bíleggur tíð hjá mær, kanst tú vænta at sita í 5-7 tímar, alt eftir hvat skal gerast. Best er at vera opin sinnaður til møguligar broytingar, um hugskotið ikki riggar.

    Full day sessions vera prioriteraðir.

  • Avmarkingar

    Eg geri ikki coverups, farvur, tribal, maori, celtic ella líknandi tatoveringar.
    

Eg tatoveri ikki hendur, háls og andlit ella persónar undir 18 ár, av tí at hetta er alt í stríð við Føroysku lóggávuna.


    
Hevur tú úslett, arr ella annað sum kann ávirka,kanst tú senda mær eina mynd. Eg taki so støðu til, um hugskotið kann lata seg gera.

    Eg taki bert ein kunda inn um dagin, har eg kann geva mítt 100% og ikki skal tíðar avmarka meg. Hetta er serliga tað, ið gevur mær møguleikan at gera mítt besta verk.

  • Tattoo Sessión

    Tíðir og arbeiðstímar
    Arbeiðistíðir eru frá mánadag til fríggjadag.
    Kl. 09:00-15:45.

    Hvussu leingji tín tatovering kemur at taka, er alt eftir..
    -Hvussu tú tolur pínu
    -Hvat fyri húðtypa
    -Hvat støddin er
    -Hvar á kroppinum tað verður tatovera
    -Hvussu nógvar detaljur

  • Prísur og Bókingargjald

    Prísur
    Prísurin fyri ein fullan dag í 2024 & 2025 er 7.000kr.
    (Prísurin er fyri ein persón)

    Bókingargjald

    1.000kr verður kravt í bókingargjald pr. dag. Tvs. at 1.000kr. verður goldi eftir bílegging, og 6.000kr. tann dagin arbeiði verður útført.

    Bókingargjaldið verður kravt, eftir eg havi sett meg í samband við teg, og at bókingin er vátta. Hetta kann vera gjørt via netbanka, kontant ella paypal.
    (Ger vart við, at bókingargjaldið ikki verður afturgoldið)

    Broyta tíð
    Vilt tú flyta ella avlýsa ásettu tíðina, skal eg hava hetta at vita minst 7 dagar áðrenn. Tilber at flyta tíðina einaferð og enn halda sítt bókingargjald. Vilt tú síðani flyta tíðina aftur, verður eitt nýtt bókingargjald kravt.
    (Tíðin kann ikki gevast víðari, av tí at eg velji uppgávurnar út frá hugskotum)

    Verður ikki møtt til ásettu tíð, uttan avlýsing, verður 2.000kr. kravt fyri mistu tíðina. Um hetta ikki verður hildið, fær man ikki eina nýggja tíð.


    Hetta kemst av, at alt krevur nógva tíð við tekning, fyrireiking og fyri at alt skal vera so ómaksleyst sum gjørligt.

  • Áðrenn Vit Byrja

    Aðrenn tíðin byrjar, er best at vera væl hvíldur og hava etið. Til ein fullan dag, vil eg viðmæla at tú hevur okkurt við at eta/snacks, fyri ikki at hava ov lágt blóðsukur. Tú fær minni ilt og klárar betur at halda út, tá tú ert væl hvíldur og ikki hevur tóman maga. Á hendan hátt, fáa vit mest burturúr tíðini.

    Vinaliga ver í reinum klæðum og klaða teg í eftir umstøðunum. Blekk dropar kunnu koma í klæðini og fast ikki av aftur, tí er best er ikki at vera í fÍnum klæðum.


    Hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at senda mær eini boð á: booking.sakarisz@gmail.com, facebook ella instagram.

    Tú kann vænta eitt svar eftir nakrar dagar, vinaliga ver tolin.

    Um hetta er nakað fyri teg, so gleði eg meg at hoyra frá tær :)

Adressa:

Niels Finsensgøta 38

100 Tórshavn